Starvsnevnd SSF samtykti í heyst at vilja royna at endurtaka okkara væleydnaðu luttøku á Bergen Swim Festival 2018, við at senda ein líknandi hóp til Bergen Swim Festival 2019. Viðfesta kravtíðarskipan varð send føroysku svimjifeløgunum í gjár, har freistin at klára kravtíð er frá 1. september 2018, til og við 24. februar 2019.
Innbjóðing til FLOT-stevnu 26. januar 2019
Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 26. januar 2019, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Gevið gætur at hetta er stevnan sum upprunaliga varð ætlað at skula vera hin 2. februar, sum nú er flutt til hin 26. januar í samráð við SSF og føroysku svimjifeløgini. Stevnan er fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.
- Innbjóðing í pdf-sniði: flot-stevna-2019-innbjoding.pdf
- Innbjóðing í gr-sniði: GR190126.txt
- Innbjóðing í lef-sniði: Invitation_FLOT-stevnan_2019_Toftir_2019-01-26.lef
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019
Her eru úrslitini frá “SuSvim Specialist 2019” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri, nú leygardagin og sunnudagin hin 12. og 13. januar 2019. Hartil stigini í hesi serligu ‘Specialist’-kapping fyri einstaklingar og lið, sum høvuðsvenjarin í SuSvim skipaði fyri.
- Úrslit í txt-sniði: susvim-jan-2019-urslit.txt
- Úrslit í html-sniði: susvim-jan-2019-urslit.html
- Úrslit í lef-sniði: Results_Vagur_2019-01-12.lef
- Úrslit í re-sniði: RE190112.txt
- Stig kvinnur: Female-Results-SuSvim-Specialist-2019.pdf
- Stig menn: Male-Results-SuSvim-Specialist-2019.pdf
- Stig lið: Team-Results-SuSvim-Specialist-2019.pdf
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Tilsamans vóru tey 88 einstaklingar úr 5 feløgum sum kappaðust 408 ferðir í 30 kappingum, hesar báðar dagarnar í Páls Høll í Vági.
FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019
Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í Tórshavn í 2013, til at fáa fleiri av okkara trúføstu dómarum og hjálparfólkum at hava formlig prógv uppá síni evni.
Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings
Føroysku metlistarnir fluttu sum kunnugt til SwimRankings við ársbyrjan 2018, frá eini heimagjørdari skipan sum undirritaði hevði mennt og rikið fyri SSF síðani 2009. Ein fyribils mangul var tó at landsliðsmetini í liðsvimjing tá ikki enn vóru klár at flyta yvir, men er tað nú fingið upp á pláss.
Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya
Her er leinki til nýtt hefti frá Svimjiskúla Føroya, kallað “58 svimjispøl og ein søga”, sum Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava sett saman. Sum tey siga í fororðunum:
Á skeiðunum, sum Svimjiskúli Føroya hevur havt, hava luttakararnir saknað at fingið tilfar í hondina. Hetta royna vit at bøta um við at seta hetta heftið saman.
Í hesari 1. útgávuni eru eru 58 svimjispøl og ein søga, og aftast eru uppskot til venjingar og spøl til tey fyrstu 5 Svimjiskúlamerkini.
Í heftinum eru fangispøl, sangspøl, bóltspøl og onnur spøl. Flestu spølini eru ætlað til vatntilvenjing, og nøkur eru ætlað vandum svimjarum. Felags fyri øll spølini er, at tey eru mennandi og stuttlig. Øll spølini kunnu verða spæld eftir uppskriftini, men tú kanst sjálvandi broyta tey, so at tey hóska til tín og tínar svimjarar.
Hetta heftið er ikki ein endalig útgáva, og vit taka fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum til enn fleiri svimjispøl.















You must be logged in to post a comment.