Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net
Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn.
Bestu avrik
Besta avrik av øllum átti Signhild Joensen úr Ægir, sum svam 2:09.98 og 771 FINA stig í 200 rygg. Besta avrik hjá monnum átti Johan Nónskarð Dam úr HS, sum svam 15:48.40 og 714 FINA stig í 1500 frí.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Felag
Gull
Silvur
Bronsa
Ægir
18
15
13
HS
14
13
15
SuSvim
8
12
12
FS
–
–
–
FLOT
–
–
–
Reysti
–
–
–
Føroysk met
Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 16:53.02 í 1500 frí
– Vár átti metið á 16:55.18 frá FM á stuttgeil 2017
Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 8:46.64 í 800 frí
– Vár áttið metið á 8:50.79 frá FM á stuttgeil 2017
Rókur Trygvason (2000), Ægir – 23.14 í 50 frí
– Pál Joensen áttið metið á 23.19 frá Oyggjaleikum í 2009