Innbjóðing til FM á langgeil 2019

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2019, sum verður í Páls Høll í Vági hin 26. til. 28. apríl 2019.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FM á langgeil 2019

SSF aðalfundurin 2019 útsettur

Góðu tit øll

Av ymiskum orsøkum, harav tann mest grundleggjandi er at aðalfundurin ikki var 100% rætt lýstur, verða vit noydd at útseta hann.

Nýggj innkalling kemur ein av nærmastu døgum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF aðalfundurin 2019 útsettur

Úrslit frá Argjastevnuni 6. apríl 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni á Argjum í dag hin 6. apríl 2019, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 2 og 3. Tilsamans vóru tey 44 gentur og 36 dreingir úr øllum 6 feløgum sum kappaðust í 28 kappingum, har á Argjum í dag.

Úrslit í html-sniði: hs-argjastevna-apr-2019-urslit.html

Argja-stevna 2019. Dan Hjelm eigur myndina.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Argjastevnuni 6. apríl 2019

Startlisti til Argja-stevnu 6. apríl 2019

Her er startlistin til svimjistevnuna á Argjum í dag hin 6. apríl 2019, sum Havnar Svimjfelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 2 og 3. Startlisti í html-sniði: hs-argjastevna-apr-2019-startlisti.html Tíðarætlan
  • Bólkur 2 hitar upp frá kl 12 og kappast frá kl 13
  • Bólkur 3 hitar upp frá kl 14:45 og kappast frá kl 15:45
Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til Argja-stevnu 6. apríl 2019

Vár 9:08.50 og føroyskt met í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í kvøld nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2019 svam teinin uppá 9 minuttir, 8 sekund og 50 hundraðpartar. Vár átti sjálv føroyska metið á 9:09.34, frá Danish Open í 2016. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Vár 9:08.50 og føroyskt met í 800 frí

Úrslit frá Atlantic Open 2019

Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn. Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá Atlantic Open 2019