Startlistarnir til FM á stuttgeil 2019

Nú fríggjamorgunin hin 1. november byrjar FøroyaMeistarastevnan á stuttgeil 2019, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir eru klárir og síggjast her á livetiming.se. Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti sum verður avgerandi fyri úttøkuna til NM/NJM í somu høll um mánaðarskiftið november/desember, og fyri úttøkuna til EM á stuttgeil í Glasgow í desember.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlistarnir til FM á stuttgeil 2019

Væleydnað FINA venjaraskeið í Íslandi

Nú er greitt at allir luttakararnir úr Føroyum tóku prógv, sum í september luttóku á heimsins fyrsta FINA venjaraskeiði fyri royndar venjarar, í Reykjavík í Íslandi.

Og av tí at vit vóru fimm føroyingar og ein meksikani úr Føroyum, á hesum fyrsta skeiði sum 10 gjøgnumførdu, so er eisini greitt at minst helvtin av øllum FINA venjarum á 3. stigi beint nú eru úr Føroyum 🙂

Continue reading
Posted in Útbúgving | Comments Off on Væleydnað FINA venjaraskeið í Íslandi

Úrslit frá Reysta-stevnuni 12. oktober 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Leirvík í dag, leygardagin hin 12. oktober 2019, sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Tilsamans vóru tey 37 gentur og 36 dreingir úr øllum okkara 6 feløgum sum royndu seg í teimum 26 kappingunum har norðuri í dag.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 12. oktober 2019

Signhild til World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen er í hesum døgum í Berlin í Týsklandi, har hon næstu tríggjar dagarnar skal royna seg á World Cup stevnu. Sí fina.org, umframt beinleiðis stroyming á finatv.live

Signhild í Berlin. Hon eigur sjálv myndina

Signhild skal luttaka í teimum trimum rygg-greinunum

  • Fríggjadag 11. oktober: 50 rygg
  • Leygardag 12. oktober: 100 rygg
  • Sunnudag 13. oktober: 200 rygg

Startlistar og úrslit síggjast her á omegatiming.com

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Signhild til World Cup 2019 í Berlin

Úrslit frá Ægir Open 5. og 6. oktober 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 5. og sunnudagin hin 6. oktober 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 5. og 6. oktober 2019

Djóni og Sørin fingu handað ILS-flaggið í Durban

Teir báðir Djóni Dalsgarð og Sørin S. Djurhuus eru komnir fram til Durban í Suðurafrika, har altjóða lívbjargingarsambandið ILS í gjár og í dag skipa fyri ársfundi, og frá í morgin fram til og við hósdagin fyri altjóða ráðstevnu um fyribyrging av druknivanlukkum.

Á myndunum niðanfyri eru tað ILS-forsetin Graham Ford og ILSE-forsetin Detlev Mohr sum handað ILS-flaggið til SSF-aðalskriva Djóna Dalsgarð og SSF-nevnarlim Sørin S. Djurhuus, í sambandi við at Svimjisamband Føroya nú er limur í eisini hesum felagsskapum.

Kristiina Heinonen úr Finnlandi eigur myndirnar.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Djóni og Sørin fingu handað ILS-flaggið í Durban