Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 15. og sunnudagin 16. februar 2020, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020

Luttakaralisti til Ægir-stevnuna 15. – 16. februar 2020

Her er listin við tilmeldingum til Ægir-stevnuna í Klaksvíkar Svimjihøll nú 15. og 16. februar 2020, sum sendur feløgunum at eftirkanna.

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralisti til Ægir-stevnuna 15. – 16. februar 2020

Ægir-stevnan útsett vegna veður

Av tí at seinnapartstúrurin norður hjá Smyrli í morgin er fluttur fyri veður frá kl 16 til kl 20, er avgerð tikin um at útseta stevnubyrjanina leygarmorgunin 1½ tíma, so at upphitingin nú byrjar kl 09:30, og so at kappast verður frá kl 10:30.

Hetta kann ávirka eisini nær byrjað verður aftur seinnapartin, leygardagin, men tað kunnu vit koma aftur til.

Vegna fyriskipararnar

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Ægir-stevnan útsett vegna veður

Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara

Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.

Image courtesy of buidinh1803, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara

Innbjóðing til SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 29. februar og sunnudagin hin 1. mars 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur her heima hjá svimjarum at royna eftir plássi á landsliðnum til EM 2020, sum verður í Budapest í mai mánaða.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2020-2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag sín árliga kalendarafund, har kalendarin fyri svimjiárið 2020-2021 varð avtalaður, tvs. fram til summarferiuna í 2021. Sí ssf.fo/kalendari

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2020-2021