Reysta-stevnan í fyrstu atløgu útsett til hin 21. mars 2020

Góðu tit øll

Soleiðis sum støðan er við hesi corona-smittuni, hava vit í samráð við Svimjifelagnum Reysta avgjørt at fyribils útseta stevnuna sum skuldi verða í morgin, leygardag hin 7. mars 2020, til í fyrstu atløgu leygardag hin 21. mars 2020.

Hetta nýggja tíðspunkt er har FS sambært kalendaranum skuldi hava sína stevnu, sum tíverri er avlýst ella útsett vegna hallartrupulleikar.

Eg vóni at tit skilja støðuna. Beint nú er alt rættiliga óvist viðvíkjandi hvussu vit best fyrihalda okkum við ítróttartiltøkum, nú hendan smitta er komin til Føroyar, men verður tann støða vónandi betri um ikki alt ov langa tíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Reysta-stevnan í fyrstu atløgu útsett til hin 21. mars 2020

Innbjóðing til HS Open 14. – 15. mars 2020

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. og 15. mars, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Innbjóðing og tilmeldingarfíla finnast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 14. – 15. mars 2020

Úrslit frá SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú leygardagin 29. februar og sunnudagin 1. mars 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2020-frabodan.pdf

adalfundur-ssf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

So er tað SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Páls Høll í Vági, sum millum annað verður avgerandi fyri hvør sum verður úttikin til Danish Open 2020 í Taastrup í mars, og til EM á langgeil í Budapest í mai.

Her er luttakaralistin, sum eisini finst her á LiveTiming.se

Danish Open 2020 er sum kunnugt danska úttøkustevnan til Olympisku Leikir í Tokyo í summar, og tí alneyðug at luttaka á, um ein sum føroyskur svimjari hevur vónir um at kvalifisera seg til OL. Tí sendir SSF lið hagar, og tí er hendan stevnan í Vági nú tað meira avgerandi.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Innbjóðing til Reysta-stevnu 7. mars 2020

Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihøllini í Leirvík, leygardagin hin 7. mars 2020, sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 7. mars 2020