Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 15. og 16. februar 2020. Hetta er ‘opin’ stevna, har allir aldursbólkar kappast sum ein.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 15. og 16. februar 2020. Hetta er ‘opin’ stevna, har allir aldursbólkar kappast sum ein.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja broyta nálatíðir SSF frá hin 1. januar 2020, so at tær nú verða sum lýstar í viðfestu skjølum.

Svimjifelagið FLOT bjóðar til FLOT-stevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2020. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3. Sí viðfestu innbjóðing.

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2020, sum verður í Girstučio baseinas í Kaunas í Litava hin 11. og 12. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020.

Úttøkuskipan:
Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2020, sum verður í Aberdeen í Skotlandi frá 1. til 5. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020.

Úttøkuskipan:
Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Danish Open 2020, sum verður í Taastrup í Danmark hin 28. mars til 1. apríl, og sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til Olympisku Leikir í Tokyo.

You must be logged in to post a comment.