Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Gev gætur – Nýggj og dagførd útgáva finst her

Her eru tilmæli SSF til, hvussu svimjingvenjing eigur at ganga fyri seg, nú meðan strang tilmæli enn eru til at umganga corona-smittu.

Tilmælini eru gjørd út í frá uppskotum frá svimjifeløgum okkara, og í samráð við nýggju corona-ráðgevingina.

  • Í mesta lagi 10 eiga at vera til eina venjing í senn
  • Tað eru altíð somu bólkar sum venja í senn
  • Frástøða á minst 2 metrar eigur at haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
  • Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
  • Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
  • Alt persónligt verður goymt við somu frástøðu á minst 2 metrum, og gjarna í persónligari tasku ella í persónligum skápi
  • Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
  • Følir svimjarin seg sjúkan, skal hann/hon verða heima
  • Hevur svimjarin fepur ella turran hosta (sjúkuteknin uppá COVID-19), skal svimjarin testast áðrenn hann/hon kann venja aftur
  • Svimjararnir eiga at fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
  • Øll uppmøting eigur at skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær

Reingerð, reinføri og avspritting fellur uttanfyri sjálvi venjingartilmælini, men eigur sjálvsagt at verða sambært galdandi forskriftum frá myndugleikum.

Tilmæli til kappingar koma seinni – her nú fyrst hava vit miðsavnað okkum um, at fáa hetta til venjingina avgreitt, so at svimjararnir kunnu koma í gongd aftur.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

PS. Um tað nú í praksis vísir seg at vera okkurt sum er óheppið ella ógreitt í hesum tilmæli, vinarliga fráboðið tað so til mín, við at senda ein teldupost til rokur (kurla) ssf.fo

Sí eisini skjalið sum samtykt:

Photo by Jele boscan from PxHere
Posted in Venjing | Comments Off on Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona

SSF aðalfundurin 2020 útsettur

Góðu tit øll,

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at útseta árliga aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum skuldi verða nú fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, til í staðin at verða leygardagin hin 16. mai 2020 frá kl 12:00.

Hetta vegna tilmælini frá myndugleikum um ikki at samlast fleiri enn 10 fólk í senn, og vegna tilmæli frá ÍSF um so vítt gjørligt at hava ein fysiskan aðalfund.

Fundurin verður hildin í fundarhølunum hjá Ítróttasambandi Føroya, í ÍSF-húsinum í Gundadali, við somu skrá sum longu fráboðað. Har verður okkurt til matnað.

Skuldi tað ikki eydnast okkum at hava fundin tá heldur sum ætlað, so verður tað fráboðað feløgunum umframt her á heimasíðu SSF.

Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu
Formaður

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF aðalfundurin 2020 útsettur

Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Starvsnevnd SSF fundaðist í dag við formenn og -kvinnur í føroysku svimjifeløgunum, í forleingilsi av góðu tíðindunum frá Løgmanni mikudagin, at Føroyar lata varisliga upp aftur, íroknað at vit frá 9. mai fara at vónandi kunna hava ítróttarkappingar aftur.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Atlantic Open 2020 avlýst

Góðu tit øll

Starvsnevnd SSF hevur viðgjørt spurningin um Atlantic Open 2020, nú ein mánaður er til at hendan stevna skal verða sambært kalendara okkara.

Niðurstøðan er at vit avlýsa hesa stevnu, eisini hóast vit hin 14. apríl vónandi eru komin úr hesi neyðstøðu sum nú er.

Vónandi ber til at avgreiða ABMS 2020 og FM á langgeil 2020, tá einaferð í mai og juni, umframt aðalfundin hin 17. apríl.

IOC hevur júst útsett OL til í 2021, og tískil eru bara tvær stevnur eftir í altjóða kalendara okkara til í summar – NMU í juli, og EM nú útsett til í august.

Vónandi hava vit tað øll gott í hesum sóttarhaldum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Atlantic Open 2020 avlýst

ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl

So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.

Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk – bæði innandura og uttandura – í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.

– Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

Image courtesy of TheDigitalArtist, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Posted in Felagsskapur | Comments Off on ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, sum lýst eisini hin 28. februar.

Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2020-frabodan.pdf

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld viðgjørt um hesin aðalfundur eigur at útsetast til seinni, vegna støðuna við koronasótt, men velur fyribils at halda fast við verandi ætlan.

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020