Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út hesar svimjarar til Evropameistarastevnuna á langgeil 2020, sum verður í Budapest í Ungarn hin 11. til 17. mai 2020.
Signhild Joensen (2000), Ægir
Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Hetta er sjálvsagt við fyrivarni fyri at til ber at fara til hesa Evropameistarastevnu, nú corona-sóttin herjar um allan heimin.
Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið 5. mars 2020, at Aldursbólkameistarstevnan (ABMS) framyvir verður fyri aldursbólkarnar 1 til 4, og at juniorarnir heldur fáa sína egnu Juniormeistarastevnu (JM) at avgreiða í innleiðandi riðlunum á Føroyameistarastevnunum (FM) á langgeil og stuttgeil.
Ítróttasamband Føroya heitir á øll sambondini innan ítróttin, øll ítróttafeløg og øll ítróttafólk um at taka Corona-tilráðingarnar frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum í størsta álvara. Dystir og tiltøk skulu m.a. skipast við atliti at tættleikanum millum áskoðarar
– Føroyski ítróttaheimurin virðir Corona-tilráðingarnar frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum, og vit vilja vera við til at avmarka smittuvandan, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.
Hon heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilráðingarnar frá myndugleikunum í allar størsta álvara. Tað merkir, at dystir og tiltøk skulu skipast undir ásettum kørmum, og at dystir og tiltøk verða skipað við størsta varsemi næstu vikurnar.
Heilsumálaráðið tekur í sínum tilmæli støði í, at í mesta lagi 500 fólk savnast á einum staði. ÍSF tekur undir við hesum markinum og mælir annars til, at í hvørjum einstøkum føri verður m.a. mett um tættleikan millum áskoðararnar, soleiðis at talið av áskoðarum verður sett í mun til kringumstøðurnar. Á henda hátt ber til at minka mest møguligt um fólkatættleikan á einum ávísum øki. Smittuvandin er størri innandura enn uttandura.
– Tað er sera týðandi, at føroyski ítróttaheimurin gongur undan. Ítróttafólk og áskoðarar hava tætt samband við hvønn annan, og við røttum framferðarhátti kunnu vit øll gera okkara fyri at avmarka Corona-smittuna, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
– Her snýr tað seg um at sýna samfelagssinni og rættan hugburð. Vit hugsa okkum um og hjálpa hvørjum øðrum, staðfestir ÍSF-forsetin.
Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við ÍSF á telefon 218284 ella við telduposti til petur@isf.fo.
Soleiðis sum støðan er við hesi corona-smittuni, hava vit í samráð við Svimjifelagnum Reysta avgjørt at fyribils útseta stevnuna sum skuldi verða í morgin, leygardag hin 7. mars 2020, til í fyrstu atløgu leygardag hin 21. mars 2020.
Hetta nýggja tíðspunkt er har FS sambært kalendaranum skuldi hava sína stevnu, sum tíverri er avlýst ella útsett vegna hallartrupulleikar.
Eg vóni at tit skilja støðuna. Beint nú er alt rættiliga óvist viðvíkjandi hvussu vit best fyrihalda okkum við ítróttartiltøkum, nú hendan smitta er komin til Føroyar, men verður tann støða vónandi betri um ikki alt ov langa tíð.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Posted inKapping|Comments Off on Reysta-stevnan í fyrstu atløgu útsett til hin 21. mars 2020
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. og 15. mars, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Innbjóðing og tilmeldingarfíla finnast eisini her á livetiming.se
You must be logged in to post a comment.