Innbjóðing til HS Open í Gundadali 12.-13. september 2020

Havnar Svimjifelag bjóðar í hesum viðfesta til HS Open í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. og 13. september 2020, við tilmeldingarfreist hin 8. september 2020, og við fyrivarni fyri hvussu støðan verður við koronasmittu í Føroyum.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til HS Open í Gundadali 12.-13. september 2020

Útseting av svimjistevnum vegna korona

Góðu tit øll,

Svimjsamband Føroya hevur nú í samráð við føroysku svimjifeløgini avgjørt at útseta fyrstu tríggjar svimjistevnur í svimjiárinum 2020-2021, til heldur at verða soleiðis:

  • HS-stevnan 5.-6. september verður í staðin hin 12.-13. september
  • HS-stevnan 19. september verður í staðin hin 26. september
  • Ægir-stevnan 26.-27. september verður í staðin hin 3.-4. oktober

Orsøkin er íkomna støðan við nýggjari koronasmittu í Føroyum, umframt at vit fingu pláss í kalendaranum til at útseta, nú NOM 2020 í summar varð avlýst eisini vegna korona.

Vónandi fer tað at ganga so mikið væl við smittuni nú í august, at vit kunnu hava hesar stevnur í september, sjálvsagt sambært galdandi tilmælum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Útseting av svimjistevnum vegna korona

No Nordic Open Masters in 2020

Dear all,

Due to the ongoing COVID-19 pandemic, the member countries of the Nordic Swimming Federation have taken the painful decision to cancel or postpone the 2020 Nordic Open Masters Championships, scheduled to be in Tórshavn, the Faroe Islands from 2nd to 4th October this year.

It has not yet been decided whether the 2021 edition will then be in Tórshavn, Faroe Islands, or in Iceland as originally agreed by the Nordic Swimming Federation members.

On behalf of the Faroe Islands Swimming Association, I want to apologize for any inconvenience that this may cause for those already involved with these championships, and for those masters swimmers that were already planning to participate in Tórshavn. Hopefully, we will be able to make up for this in the future.

Yours sincerely

Rókur í Jákupsstovu

President of the Faroe Islands Swimming Association

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on No Nordic Open Masters in 2020

Úrslit frá FM/JM 2020

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2020, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú 3. til 5. juli 2020, í góðum samstarvi við Suðuroyar Svimjifelag og hini svimjifeløgini. Hartil heiðursmerkjalistar og FINA stigatalvur.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt at stroyming frá allari stevnuni sæst her á YouTube.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá FM/JM 2020

So er tað FM/JM 2020

Hetta vikuskiftið verður Føroyameistarastevnan og Juniormeistarstevnan 2020, á langgeil í Páls Høll í Vági. Luttakaralistin er nú almennur, sum bendir á nógvar spennandi kappingar millum teir 59 svimjararnar, sum hava boðað frá luttøku.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað FM/JM 2020

Kappingartilmæli SSF ísv Corona tillagað eitt vet

Her er ein lítil tillaging til kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona; stutt sagt ‘bara’ at tað ikki er neyðugt at spritta startskamlarnar millum hvønn start.

Photo by Jele boscan from PxHere
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Kappingartilmæli SSF ísv Corona tillagað eitt vet