Svimjisambandið flytir til Runavíkar

Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.

Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.

Vit í svimjisambandinum eru sjálvsagt sera fegin um hesa loysn sum Runavíkar kommuna bjóðar okkum, nú ÍSF-húsið er selt og verður tikið niður.

Hølini í Saltangará eru sera væl egnað til okkara tørv, og liggja væl fyri í mun til okkara núverandi virksemi, har til dømis trý av okkara seks virknu feløgum eru búsitandi í Eysturoy.

Tað er stutt til Havnar, nú tunnilin kemur, og vónandi verður tað skjótt eisini heilt stutt til stásiliga svimjihøll, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja við Løkin.

Eftir ætlan byrja vit at flyta longu fríggjadagin, við tað at vit eru biðin um at vera úti úr ÍSF-húsinum nú leygardagin hin 10. oktober kl 12:00.

Við svimjikvøðu

vegna starvsnevnd SSF

Rókur i Jákupsstovu, formaður

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.