Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 31. oktober og 1. november 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 31. oktober og 1. november 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 31. oktober og 1. november 2020, sum Ægir skipar fyri.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í støðuni viðv. Corona og harvið eisini tilmælunum hjá SSF og Coronarágevingini.
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 13. til 15. november 2020.

Stevnan er sjálvsagt treytað av serliga, at koronastøðan loyvir tí.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur
Suðuroyar Svimjifelag fráboðar, at svimjistevnan er avlýst sum skuldi verða í skúlahylinum á Tvøroyri hin 24. oktober, fyri okkara yngstu aldursbólkum.
Hetta var sjálvsagt væntandi, nú SSF í august fráboðaði feløgunum, at tað fyribils ikki ber til at hava svimjistevnur í hesum smáu hyljum.
Trupulleikin er støðan við korona, har koronatilmælini og harvið -reglur okkara áseta, at millum annað neyðug frástøða má haldast.

Svimjisamband Føroya flutti í gjár úr hølunum í ÍSF-húsinum – so frá okkara síðu er nú klárt at byrja uppá ætlaða langhylin í Havn, sum vit eru sera spent til.
Her eru nakrar útvaldar myndir frá nýggju hølunum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Talan eru um fyrrverandi høli hjá tryggingini, við millum annað sera góðum goymslumøguleikum.
Stóra tøkk til tykkum sum hava hjálpt til !
PS. Ein móttøka er avgjørt í tonkunum; men nú er tað líka hetta við korona.
Við svimjikvøðu
Rókur





You must be logged in to post a comment.