Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Open í Páls Høll hin 12. desember 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Open í Páls Høll hin 12. desember 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020.

Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se
Continue readingHer er luttøkulistin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020.
Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Sum tit kunnu lesa her á in.fo, so fer Kringvarp Føroya ikki at senda frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020.

Hetta er í fullari semju millum KVF og SSF, stutt sagt tí at vit verða noydd at kunna útseta FMS/JMS 2020 so gott sum upp á standandi fót, ífall at støðan við korona versnar.
Í staðin fara vit at royna at sjálvi stroyma frá stevnuni, við útgerðini sum varð brúkt eisini til stroyming frá FM á langgeil í Vági í summar, umframt frá Ægir Open í vikuskiftinum.
Tað verður heilt víst ikki tað sama sum tá ið KVF sendir, og har verður eisini annað sum má skerjast, so sum talið av áskoðarum sum kunnu koma í høllina.
Men altso, her er eingin illstøða millum KVF og okkum fyriskiparar av FMS/JMS 2020 – eingin ynskir hesa støðu, og vónandi koma vit sterkt aftur, tá ið korona er hæsað av.
Við svimjikvøðu
Rókur
HS kvinnur settu nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær á Ægir Open í Klaksvík hin 1. november 2020 svumu teinin uppá 1:59.00, har metið hjá teimum sjálvum var 2:00.16 frá HS-stevnu í mars 2019. Tær sum svumu, vóru Elisabeth Erlendsdóttur (rygg), Eyðrið Mortensen (bringa), Vár E. Eidesgaard (firvald) og Ronja Ró í Dímun (frí).

You must be logged in to post a comment.