Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2020

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 13. til 15. november 2020.

Stevnan er sjálvsagt treytað av serliga, at koronastøðan loyvir tí.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2020

SuSvim-stevnan á Tvøroyri 24. oktober avlýst vegna korona

Suðuroyar Svimjifelag fráboðar, at svimjistevnan er avlýst sum skuldi verða í skúlahylinum á Tvøroyri hin 24. oktober, fyri okkara yngstu aldursbólkum.

Hetta var sjálvsagt væntandi, nú SSF í august fráboðaði feløgunum, at tað fyribils ikki ber til at hava svimjistevnur í hesum smáu hyljum.

Trupulleikin er støðan við korona, har koronatilmælini og harvið -reglur okkara áseta, at millum annað neyðug frástøða má haldast.

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-stevnan á Tvøroyri 24. oktober avlýst vegna korona

SSF flutt

Svimjisamband Føroya flutti í gjár úr hølunum í ÍSF-húsinum – so frá okkara síðu er nú klárt at byrja uppá ætlaða langhylin í Havn, sum vit eru sera spent til.

Her eru nakrar útvaldar myndir frá nýggju hølunum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Talan eru um fyrrverandi høli hjá tryggingini, við millum annað sera góðum goymslumøguleikum.

Stóra tøkk til tykkum sum hava hjálpt til !

PS. Ein móttøka er avgjørt í tonkunum; men nú er tað líka hetta við korona.

Við svimjikvøðu

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF flutt

Svimjisambandið flytir til Runavíkar

Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.

Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Svimjisambandið flytir til Runavíkar

Úrslit frá Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 3. og sunnudagin 4. oktober 2020.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Startlisti til Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Her er luttakaralistin til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 3. og sunnudagin 4. oktober 2020. Listin sæst eisini her á livetiming.se

Fyriskipararnir heilsa, at har verður ikki pláss fyri øðrum enn svimjarum, umframt teimum dómarum, hjálparfólkum og venjarum/leiðarum sum nú einaferð krevjast til eina sovorðna stevnu, vegna koronatilmælini.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til Ægir Open 3. – 4. oktober 2020