Innbjóðing til SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021

Her er innbjóðingin til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Hetta vikuskifti er síðsta freist at klára kravtíð til EM í Budapest í mai mánaða, umframt at hendan stevna er góðkend sum úttøkustevna til OL í Tokyo, umframt til HM á stuttgeil í Abu Dhabi í desember, og til HM á langgeil í Fukuoka í juli 2022.

Gevið gætur, at úttøkuskipanirnar ikki enn eru klárar til nevndu HM á stuttgeil og langgeil, umframt at SSF vanliga krevur at kravtíðirnar verða kláraðar í viðkomandi hyljalongd (tvs. til stuttgeil á stuttgeil, og til langgeil á langgeil). Ein kravtíðarstevna í apríl er hartil uttanfyri vanliga kravtíðarskeiðið til summarið árið eftir – Men vit valdu at bara søkja um góðkenning til allar hesar stevnur frá FINA, ífall at tað skuldi verða viðkomandi.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021

Startlisti til HS Open 13. – 14. mars 2021

Hetta vikuskiftið skipar Havnar Svimjfelag fyri svimjistevnuni “HS Open”, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistin sæst her á livetiming.se, har eisini úrslitini verða at síggja her, og live timing her

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til HS Open 13. – 14. mars 2021

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 6. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll hin 6. mars 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4, har tey heldur serliga svumu uppá tvørs í langhylinum í Vági, nú tað vegna koronatilmælini ikki bar so væl til at hava svimjikapping í skúlahylinum á Tvøroyri.

SuSvim-stevna 6. mars 2021 í Páls Høll. Atli Vestergård eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 6. mars 2021

Startlisti til SuSvim-stevnuna 6. mars 2021

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll nú leygardagin hin 6. mars 2021, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

SuSvim heilsar:

Orsakað av at tað eru so nógvar tilmeldingar , 115 🙂, mugu vit halda tilmælini so gott, sum tað letur seg gera.

Tí kunnu tey, ið skulu svimja tann seinna partin, ikki sleppa inn í høllina, fyrr enn at hini eru liðug at svimja.

Men upphiting til seinna partin er kl 12:30, so tað skuldi gingið 🙂

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SuSvim-stevnuna 6. mars 2021

SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna

Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite / Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo í summar. Hetta sum aftursvar til fráboðan frá okkum, um at FINA hevur góðkent stevnuna til hetta sama.

Hetta er stórur dagur fyri føroyska svimjing, at vit fyri fyrstu ferð í søguni fara at hava eina svimjistevnu í Føroyum, har føroyskir svimjarar (og onnur*) kunnu royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir. Vit hava nú arbeitt fram ímóti hesum í rættiliga nógv ár, og verður tað vónandi ein fastur táttur framyvir.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

*í prinsippinum er stevnan opin, og kunnu onnur tí eisini koma higar at royna eftir OL-kravtíð – men tá er tað hetta við koronatilmælum og -reglum sum sikkurt órógvar

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna

Innbjóðing til FLOT, FS og Reysta-stevnu 20. mars 2021 í Klaksvíkar Svimjihøll

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum svimjifeløgini FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. mars 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, ið hesi trý svimjifeløg í felag skipa fyri í Klaksvík, nú tey vegna koronatilmælini illa fáa skipað fyri stevnum í sínum egnu, smáu skúlahallum.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT, FS og Reysta-stevnu 20. mars 2021 í Klaksvíkar Svimjihøll