Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Vegna ov lítla undirtøku, eru vit tíverri noydd at fyribils útseta FINA dómaraskeiðið sum skuldi verða hin 7. til 9. mai 2021, til í fyrsta lagi einaferð í heyst.

So er Aldursbólkameistarastevnan 2021 liðugt avgreidd, har okkara yngstu aldursbólkar svumu seg til nógv góð úrslit. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, umframt at øll kappingin sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya

Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst verða avgjørd. Og um tað ikki verður ov drúgt, so verður tað skipanin fyri rest.
Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni.
Kappast verður í 6 stevnupørtum:

Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við enska heitinum “World Drowning Prevention Day”.
Lesi t.d. her í Dhaka Tribune

Altjóða lívbjargingarsambandið fegnast sjálvsagt um hesa søguligu hending, til vónandi at minka um tey meira enn 2.5 milliónir druknideyðsføllini sum árliga henda kring um í heiminum, har syrgiliga útfallið hevði kunnað verið fyribyrgt.
Sum skilst er uppskotið til hesar fyrimyndarreglur komið frá Bangladesh og Írlandi, har eisini lívbjargingarfelagskapir í Bretlandi hava verið ein drívmegi.
Fyrimyndarreglurnar staðfesta millum annað, at drukning kann fyribyrjast, har heitt verður á ST-limalondini um at seta í verk fyribyrjandi tiltøk eins og tey sum WHO longu tilmælir, so sum at seta upp verjur og eftirlit har druknivanlukkur kunnu henda, og styrkja um undirvísingini í svimji- og lívbjargingarførleika.
Svimjisamband Føroya er atlimur í altjóða lívbjargingarsambandinum, og fegnast sjálvsagt við teimum um hesa hending, til vónandi at kunna minka um druknivanlukkur eisini í Føroyum.
Okkara tøl eru nevniliga einki at reypa av – í lutfalli líka ring sum tey hjá Bangladesh – og alt ov nógvir føroyingar siga seg hartil hava verið í vanda fyri at drukna, tá ið tey verða spurd um hetta. Meira um tað seinni.
Við lívbjargingarkvøðu
Rókur
You must be logged in to post a comment.