Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygadagin hin 13. og sunnudagin hin 14. mars 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt vónandi heilt skjótt á SwimRankings.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum svimjifeløgini FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 20. mars 2021.
Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum hesi eysturoyarfeløgini í felag skipaðu fyri í Klaksvík, tí at tað í hesi koronatið ikki ber so væl til at hava tilsvarandi kapping í skúlahyljum.
FLOT, FS og Reysta-stevna í Klaksvík
Gevið gætur, at einans kappingarnar yvir 50 og 100 metrar eru at rokna sum offisiellar kappingar sambært FINA-reglunum, meðan tær yvir 25 metrar vóru óoffisellar stuttleikakappingar. Somuleiðis vóru liðsvimjingarnar ‘bara’ óoffisiell stuttleikakapping, har svimjararnir vórðu bólkaðir uppá tvørs av feløgunum.
Posted inKapping|Comments Off on Úrslit frá FLOT, FS og Reysta-stevnuni í Klaksvík 20. mars 2021
Her er startlistin til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag og svimjifeløgini FLOT og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fyri okkara yngstu aldursbólkar, nú leygardagin hin 20. mars 2021. Gevið gætur, at onkrar tillagingar eru í fyriskipanini, tí at tey eru so mong sum eru tilmeldaði.
Skeiðið stendur til at skula vera á enskum – men Jens-Christian heilsar at tað kann útmerkað eisini vera á donskum, í tann mun sum fólk ynskja tað. Talan verður um undirvísing í 3-4 tímar, hvønn dag hesar tríggjar dagarnar.
Skeiðið er fyri nýbyrjarar, um enn tað kemur væl runt um alt sum hevur við døming innan svimjing at gera. Tað er ikki enn beinleiðis partur av útbúgvingargongdini til yvirdómara, men vóna vit hetta kemur uppá pláss heilt skjótt.
Eitt tilmeldingarskjal verður klárt áðrenn alt ov leingi. Vit umhugsa at lata fólk kunna sita saman til dømis í hølunum í Saltangará, so at tað ikki skal kennast alt ov einsamalt.
Vegna SSF
Rókur
Posted inÚtbúgving|Comments Off on FINA dómaraskeið fyri okkum á netinum 7. – 9. mai 2021
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Hetta vikuskifti er síðsta freist at klára kravtíð til EM í Budapest í mai mánaða, umframt at hendan stevna er góðkend sum úttøkustevna til OL í Tokyo, umframt til HM á stuttgeil í Abu Dhabi í desember, og til HM á langgeil í Fukuoka í juli 2022.
Gevið gætur, at úttøkuskipanirnar ikki enn eru klárar til nevndu HM á stuttgeil og langgeil, umframt at SSF vanliga krevur at kravtíðirnar verða kláraðar í viðkomandi hyljalongd (tvs. til stuttgeil á stuttgeil, og til langgeil á langgeil). Ein kravtíðarstevna í apríl er hartil uttanfyri vanliga kravtíðarskeiðið til summarið árið eftir – Men vit valdu at bara søkja um góðkenning til allar hesar stevnur frá FINA, ífall at tað skuldi verða viðkomandi.
Posted inKapping|Comments Off on Innbjóðing til SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021
You must be logged in to post a comment.