Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
So er tað “SuSvim Open Apríl 2021”, sum er fyrstu ferð nakrantíð at føroyskir svimjarar kunnu royna eftir OL-úttøku í Føroyum, umframt at hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at royna eftir úttøku til EM í Budapest í mai mánaða.
Tað er synd at siga at Winnercam-verkætlanin hjá Svimjisambandi Føroya fekk ein serligan góðan start, omaná sjálva byrjanina við talentvenjingarlegu í februar 2020 … beint áðrenn korona rakti eisini okkum her í Føroyum.
WinnerCam undirvatnskamera
Men, nú ætla vit okkum so smátt í gongd aftur, og hava í hesum sambandi gjørt íløgu í eitt tilhoyrandi undirvatnskamera sum WinnerCam-framleiðararnir í Niðurlondum hava mennt og síðani lanserað nú í 2021.
Her er ein video sum vísir hvussu hetta undirvatnskamera verður nýtt:
Posted inKapping|Comments Off on WinnerCam-loysnin hjá SSF nú víðkað við undirvatnskamera
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 17. apríl 2021.
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 10. og 11. apríl 2021. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at kvalifisera seg til EM í Budapest í mai mánaða, umframt at hendan stevnan í Vági er hin fyrsta nakrantíð har føroyingar kunnu royna eftir OL-úttøku.
You must be logged in to post a comment.