Úrslit frá ABMS 2021

So er Aldursbólkameistarastevnan 2021 liðugt avgreidd, har okkara yngstu aldursbólkar svumu seg til nógv góð úrslit. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, umframt at øll kappingin sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá ABMS 2021

ABMS 2021 nú við finalu fyri hvønn aldursbólk

Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst verða avgjørd. Og um tað ikki verður ov drúgt, so verður tað skipanin fyri rest.

kappingarskránna her

Posted in Kapping | Comments Off on ABMS 2021 nú við finalu fyri hvønn aldursbólk

So er tað ABMS 2021

Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni.

Kappast verður í 6 stevnupørtum:

  1. partur: Fríggjamorgun 30. apríl frá kl 09:30 – Beinleiðis finalur
  2. partur: Fríggjadag 30. apríl frá kl 17:00 – Beinleiðis finalur
  3. partur: Leygarmorgun 1. mai frá kl 09:30 – Beinleiðis finalur
  4. partur: Leygardag 1. mai frá kl 17:00 – Beinleiðis finalur
  5. partur: Sunnumorgun 2. mai frá kl 09:00 – Beinleiðis finalur
  6. partur: Sunnudag 2. mai frá kl 15:30 – Beinleiðis finalur
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað ABMS 2021

ST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkur

Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við enska heitinum “World Drowning Prevention Day”.

Lesi t.d. her í Dhaka Tribune

Photo by Yulianto Poitier from Pexels

Altjóða lívbjargingarsambandið fegnast sjálvsagt um hesa søguligu hending, til vónandi at minka um tey meira enn 2.5 milliónir druknideyðsføllini sum árliga henda kring um í heiminum, har syrgiliga útfallið hevði kunnað verið fyribyrgt.

Sum skilst er uppskotið til hesar fyrimyndarreglur komið frá Bangladesh og Írlandi, har eisini lívbjargingarfelagskapir í Bretlandi hava verið ein drívmegi.

Fyrimyndarreglurnar staðfesta millum annað, at drukning kann fyribyrjast, har heitt verður á ST-limalondini um at seta í verk fyribyrjandi tiltøk eins og tey sum WHO longu tilmælir, so sum at seta upp verjur og eftirlit har druknivanlukkur kunnu henda, og styrkja um undirvísingini í svimji- og lívbjargingarførleika.

Svimjisamband Føroya er atlimur í altjóða lívbjargingarsambandinum, og fegnast sjálvsagt við teimum um hesa hending, til vónandi at kunna minka um druknivanlukkur eisini í Føroyum.

Okkara tøl eru nevniliga einki at reypa av – í lutfalli líka ring sum tey hjá Bangladesh – og alt ov nógvir føroyingar siga seg hartil hava verið í vanda fyri at drukna, tá ið tey verða spurd um hetta. Meira um tað seinni.

Við lívbjargingarkvøðu

Rókur

Posted in Lívbjarging, Svimjiførleiki | Comments Off on ST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkur

Startlisti til ABMS 2021

Her eru startlistarnir til AldursBólkaMeistarstevnuna 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Ægir í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin 30. apríl til og við sunnudagin 2. mai. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans eru tey einir 78 svimjarar – 36 dreingir og 42 svimjarar – úr okkara 6 feløgum, sum ætla at royna seg tilsamans 486 ferðir sum einstaklingar og 35 ferðir sum lið, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvík.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til ABMS 2021

Úttøkuskipan til NMU 2021 í Litava

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum verður í Klaipėda í Litava frá 10. til 11. juli 2021.

Gevið gætur, at hendan ferðin bara verður gjøgnumførd í tann mun sum koronastøðan loyvir tí, har serliga almennu ferðatilmælini eru avgerandi.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Klaipeda, image courtesy of Mantas Volungevicius, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøkuskipan til NMU 2021 í Litava