Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya ætlar at skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021.
Vit hava spurgt okkum fyri hjá koronaráðgevingini, sum sigur at um støðan komandi dagarnar er líka so góð sum nú, so er ráðiligt at skipa fyri ítróttartiltaki komandi vikuskifti.
Tí fyrireika vit okkum enn uppá at skipa fyri Atlantic Open 2021 í Vági, nú komandi vikuskifti hin 11. til 13. juni 2021.
Tilsamans eru tey 58 tilmeldaðir svimjarar, sum øll eru heimabúgvandi í Føroyum, umframt neyðugu dómarar og hjálparfólk.
Vit ætla at stroyma frá øllum stevnupørtum, so at fólk kunnu fylgja við heiman í frá, heldur enn at skula í høllina at hyggja.
Øll sum ætla sær at møta til stevnuna, verða uppá tað harðasta mælt til at umhugsa sína støðu, í mun til sína heilsustøðu, og hvønn smittuvanda sum tey nú einaferð hava verið í.
Skuldi støðan verði verri, so verða vit sjálvsagt noydd at annaðhvørt útseta ella avlýsa.
Við svimjikvøðu
Rókur
Posted inKapping|Comments Off on Atlantic Open 2021 enn á skrá til 11. – 13. juni 2021
Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri føroyskar landsliðssvimjarar.
Havi júst nú frætt um koronasmittu nær eisini okkum í svimjingini, og velji tí at senda út hesi boð.
Í sambandi við svimjistevnuna í gjár og fyrradagin, var Suðuroyar Svimjifelag leygarkvøldið úti og át eitt stað har eisini ein róðrarmanning var, sum nú er staðfest at hava havt koronasmittu ímillum sín.
Tey í Suðuroyar Svimjifelag hava tí fingið boð frá myndugleikunum um øll at lata seg testa, og kontakta nú tey sum tey hava verið nær at eisini.
Sum eg skilji tað, so er eingin smitta enn staðfest millum okkum í svimjingini – men ansið eftir um tit føla nakað, fylgi tilmælunum, og takið eina test um tit ivast.
Evropeiska meistarastevnan 2021 er nú liðugt avgreidd í Budapest, og hóparnir fara so smátt at finna sær leiðina heimaftur. Vit hava ikki enn frætt um nakran trupulleika við korona, út yvir at fýra kvinnuligir svimjarar máttu verða verandi heima í Turkalandi, tí at tær stutt áðrenn fráferð høvdu fingið staðfest korona.
Faroe SSF
XXXV LEN European Aquatic Championships 2020
Duna Arena- Budapest – Hungary
20210522
Photo Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto
DBM/LEN Reserved Rights
Author must be mentioned when published
Editorial/media use only
Okkara egna Signhild Joensen kláraði seg eftir umstøðunum væl, har í meldrinum við ymiskum avbjóðingum eisini uppundir stevnuna, so sum hatta við at venjarin noyddist at melda avboð. Serliga íslendingar hava her verið hjálpsamir, og er tað væl hugsandi at tann succés’in verður endurtikin aftur onkra aðru ferð 🙂
Photo courtesy of Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto
Signhild Joensen royndi seg í gjár í síni triðju og síðstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har við tíðini 2:18.50 nummar 32 av teimum 36 luttakarunum. Her niðanfyri er ein samrøða við Signhild aftaná kappingina, sum Hörður J. Oddfríðarson hjá íslendska svimjisambandinum gjørdi.
You must be logged in to post a comment.