EJM 2021 liðugt avgreitt

Ferðaleiðari Hjørdis Mortensen heilsar úr Róm, at hetta hevur verið læruríkt, spennandi og stuttligt hjá teimum … og úrslitini tala jú fyri seg

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on EJM 2021 liðugt avgreitt

Elisabeth 2:24.40 í 200 rygg á EJM 2021

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í 200 metra ryggsvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langeil, og varð har nr 20 av teimum 24 luttakandi við tíðini 2:24.40. Besta tíð hjá henni nakrantíð er 2:23.33 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða; men tvær bestu tíðir í trimum royndum er jú avgjørt góðkent 🙂 Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Elisabeth 2:24.40 í 200 rygg á EJM 2021

Bartal 24.45 í 50 frí á EJM 2021

Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og varð har nummar 65 av 82 luttakandi við tíðini 24.45 sekund. Hetta var stórt persónligt met hjá Bartali, í mun til hansara 24.95 frá SuSvim Open í februar í ár, og hevur hann við hesum flutt seg frá at verða hin 10. besti føroyski svimjarin nakrantíð í greinini, til nú at vera hin 5. besti. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Bartal 24.45 í 50 frí á EJM 2021

Stroyming frá NMU 2021

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er sum kunnugt í Klaipeda í Litava nú hin 10. og 11. juli 2021, og litavar ætla sær at stroyma. Úr Føroyum eru tær Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag sum luttaka.

Startlistar og úrslit fara at kunna síggjast her á SwimRankings. Tilsamans eru tey 151 svimjarar úr 9 londum sum luttaka, hesar 2 dagarnar í Klaipeda. Danmark, Estland, Finland, Føroyar, Ísland, Noregi og Svøríki eru fullgyldugir limir í norðurlendska svimjisambandinum, meðan Lettland og Litava hava atlimaskap.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Stroyming frá NMU 2021

Ein fínur fyrsti dagur á FM/JM/Føroyaleikum 2021

Hóast í so nógvir av okkara bestu svimjarum eru givnir, hetta góða árið sum korona hevur herjað, so var hesin fyrsti dagurin avgjørt bæði undirhaldandi og lovandi, á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. “HS Mix 1” trýsti føroyska metið eitt fitt petti niður í 4×100 frí fyri mix-lið, og teir yngru svimjararnir góvu í heilum teimum eldru skarpan gang, eisini í FM-finalunum.

“HS Mix 1” ger klárt til myndatøku
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Ein fínur fyrsti dagur á FM/JM/Føroyaleikum 2021

“HS Mix 1” 3:56.41 og føroyskt met í 4×100 frí fyri mix-lið

Skjótasta liðsvimjingin hjá Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroysku Meistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021 svumu teinin uppá 3:56.41, har Ægir áttu metið frá Atlantic Open 2021 á 4:04.81. Tey sum svumu fyri “HS Mix 1”, vóru Ronja Ró í Dímun, Johan Nónskarð Dam, Villiam Marius Samuelsen og Vár Erlingsdóttir Eidesgard, sí úrslistalistan her

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on “HS Mix 1” 3:56.41 og føroyskt met í 4×100 frí fyri mix-lið