Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS

Venjari verður Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðari Lis Gøthe í Jákupsstovu.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur


Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

FS-stevnan 30. oktober 2021 avlýst

Gott kvøld,

FS skal hervið boða frá, at sum støðan við koronu í løtuni, hava vit valt at avlýsa FS stevnuna leygardagin 30.10.21.

Vónandi kunnu vit halda stevnuna seinni.

Vinarliga

Fuglafjarðar Svimjifelag

Posted in Kapping | Comments Off on FS-stevnan 30. oktober 2021 avlýst

Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2021. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at kunna gera vart við seg, áðrenn landsliðið til HM á stuttgeil 2021 verður úttikið.

Posted in Kapping | Comments Off on Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Innbjóðing til FS-stevnu 30. oktober 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafjarðar skúla, leygardagin hin 30. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FS-stevnu 30. oktober 2021

Innbjóðing til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 23. og 24. oktober 2021. Hetta er seinasti kjansur at klára kravtíð til FM á stuttgeil 2021, umframt til HM á stuttgeil 2021.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2021

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 12. til 14. november 2021.

Svimjihøllin í Gundadali klár til FM/JM á stuttgeil 2017

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2021