Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafjarðar skúla, leygardagin hin 30. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafjarðar skúla, leygardagin hin 30. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 23. og 24. oktober 2021. Hetta er seinasti kjansur at klára kravtíð til FM á stuttgeil 2021, umframt til HM á stuttgeil 2021.

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 12. til 14. november 2021.

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 2. oktober 2021. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar varð flutt til at tey í staðin svumu breiddir í langhylinum í Vági.


ÍSF sóknast eftir íðkarum sum hava valrætt ella valbæri til nýggju íðkaranevnd ÍSF.
Íðkaranevndin umboðar sjónarmiðini hjá aktivu íðkarunum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum. Formaðurin í íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.
Valrætt og valbæri hava tey ítróttafólk, sum eru fylt 18 ár og hava umboðað teirra ítróttagrein í millumtjóða ella altjóða kappingum í seinasta lagi seks ár undan uppstilling til val í nevndina.
Millumtjóða og altjóða kappingar eru at rokna: HM, EM, NM, Oyggjaleikir og kappingar, sum altjóða sambandið skipar fyri. Altjóða sambandið er her t.d. FINA og LEN.
Sí reglugerðina fyri íðkaranevndina her á isf.fo.
Um tú ert ein av hesum, og ynskir at koma á listan, vinarliga fyll tá út oyðublaðið her.
Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardag hin 2. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar er flutt til at tey í staðin koma at svimja breiddir í langhylinum í Páls Høll.

You must be logged in to post a comment.