Dómaraskeiðið útsett til hin 18. til 20. mars 2022

Vegna áhaldandi støðu við koronu, hava vit í samráð við undirvísararnar valt at útseta dómaraskeiðið sum skuldi verða í Havn nú hin 14. til 16. januar 2022, til heldur at verða hin 18. til 20. mars 2022.

Continue reading →
Posted in Útbúgving | Comments Off on Dómaraskeiðið útsett til hin 18. til 20. mars 2022

Gleðilig Jól

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gleðilig Jól

Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021

HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2021 endaði í gjár, og burdu okkara svimjarar nú verið væl á veg heim til Føroyar, omaná nakrar fínar dagar í Abu Dhabi. Bartal og Alisa settu persónlig met, meðan Elisabeth og Johan svumu upp ímóti sínum.

Føroyska landsliðið uttanfyri Etihad Arena í Abu Dhabi
Continue reading →
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021

Klárar tú 200? – Úrslit higartil

Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!

Posted in Breidd, Felagsskapur, Svimjiførleiki | Comments Off on Klárar tú 200? – Úrslit higartil

ABMS 2021 (2) útsett

Góðu tit øll

Svimjinevnd SSF hevur í samráð við koronuráðgevingina avgjørt at útseta ABMS 2021 (2), so at eingin stevna verður í Klaksvík nú í vikuskiftinum.

Vegna svimjinevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on ABMS 2021 (2) útsett

Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?”

Her er mannagongdin sum vit hava gjørt til hesa nýggju svimjiroynd SSF, sum er kjarnan átakinum “Klárar tú 200?”.

Har er eitt tilhoyrandi oyðublað, til at fáa at vita í øllum førum hvar royndin varð klárað, umframt gjarna eisini føðiár, kyn og heimbýur ella -bygd hjá svimjaranum.

QR Code for Jotform form

Svimjarin má gjarna vera ónevndur, um hann ella hon ynskir tað. Har er tó enn møguleiki at geva upp navn, um svimjarin velur tað.

Í móti endanum stendur heldur knortlut, at møguligt gjald má fáast inn, áðrenn nálin verður handað. Har er bara einki gjald, í ár 🙂

Annars sera stuttligt at uppliva tann áhuga sum er fyri hesum tiltaki, og ta vælvild sum vit uppliva í svimjihallunum.

Við svimjikvøðu

Rókur

Posted in Breidd, Svimjiførleiki | Comments Off on Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?”