Hetta hava tit sikkurt øll fingið við – men Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag vann nú leygarkvøldið heiðurin sum ársins stjørnuskot 2021, tá ið Ítróttasamband Føroya skipaði fyri Ítróttafagnaðinum 2021. Til lukku Elisabeth!

Hetta hava tit sikkurt øll fingið við – men Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag vann nú leygarkvøldið heiðurin sum ársins stjørnuskot 2021, tá ið Ítróttasamband Føroya skipaði fyri Ítróttafagnaðinum 2021. Til lukku Elisabeth!

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 19. og sunnudagin hin 20. februar 2022.

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi fyri løtu síðani, at ‘ekstraordinert’ HM verður í Budapest í Ungarn í juni 2022, í staðin fyri avlýst HM í Tokyo í mai 2022. Hetta til at umganga at heimsins bestu svimjarar missa møguleikan í 2022, at kappast á hægsta støði.
Suðuroyar Svimjifelag hevur tíverri verið noytt at avlýsa svimjistevnuna sum skuldi verða í Páls Høll í Vági, nú hin 5. og 6. februar 2022, vegna korona. Feløgini vórðu kunnaði í gjár – trupulleikin er at skaffa nóg nógv hjálparfólk, nú smittan herjar.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin og sunnudagin hin 5. og 6. februar 2022. Hetta verður fyrsta svimjistevna her heima í hesum kalendaraári 2022.

Góðu tit øll,
Svimjifelagið FLOT fráboðaði í gjár svimjisambandinum og føroysku svimjifeløgunum í telduposti, at tey hava valt at avlýsa FLOT-stevnuna sum skuldi verða í svimjihøllini á Toftum nú leygardagin hin 22. januar 2022. Orsøkin er áhaldandi støðan við koronu.
Vegna SSF
Rókur

You must be logged in to post a comment.