Elisabeth er ársins stjørnuskot 2021

Hetta hava tit sikkurt øll fingið við – men Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag vann nú leygarkvøldið heiðurin sum ársins stjørnuskot 2021, tá ið Ítróttasamband Føroya skipaði fyri Ítróttafagnaðinum 2021. Til lukku Elisabeth!

Í tilnevningini stóð millum annað, at Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

heimasíðuna hjá Ítróttasambandi Føroya

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.