Category Archives: Kapping
Startlistar til SuSvim-stevnuna 28. oktober 2023
Gevur gætur, skráirnar eru dagførdar her hin 27. oktober Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 28. oktober 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Dagførd úttøkuskipan til NM/NJM 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at gera viðfestu tillagingar í úttøkuskipanini til NM/NJM 2023, so at aldursbólkarnir samsvara við teir á stevnuni nýttu. Avbjóðingin var, at World Aquatics í februar broytti sín junioraldur, sum so eftirfylgjandi varð broyttur eisini hjá LEN, NSF og … Continue reading
Úttøkuskipan til HM 2024 í Doha
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.
Innbjóðing til ABMS Sprint 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2023 (ABMS Sprint 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 18. november 2023.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Vági hin 28. oktober 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri til okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. Svomið verður breiddir í Páls Høll í Vági.
Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2023
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. til 12. november 2023.








