Category Archives: Kapping
Úttøkuskipan til HM 2024 í Doha
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.
Innbjóðing til ABMS Sprint 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2023 (ABMS Sprint 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 18. november 2023.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Vági hin 28. oktober 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri til okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. Svomið verður breiddir í Páls Høll í Vági.
Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2023
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. til 12. november 2023.
OK úrslit á World Cup 2023 í Berlin
Teir fýra føroyingarnir eru nú lidnir við sítt á World Cup 2023 stevnuni í Berlin, og gekk tað ókey. Tá ið hugsað verður um at vit eru fyrst í hesum svimjiári, og at talan var um harða kapping, so svumu … Continue reading
Fýra føroyskir svimjarar til World Cup í Berlin 2023
Hetta vikuskiftið fara fýra svimjarar at luttaka á World Cup stevnuni í Berlin 2023, umboðandi Svimjisamband Føroya. Sí luttakaralistarnar her, sum ikki óvæntað benda á harða kapping.








