Category Archives: Kapping

Úttøka til EM í London 2016

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016. Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag Signhild Joensen, Ægir … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til EM í London 2016

So er tað FM á langgeil 2016

Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað FM á langgeil 2016

Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.

Posted in Kapping | Comments Off on Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Svimjinevnd SSF hevði herfyri sín fyrsta regluliga fund, har tað á skránni var m.a. væntandi nálatíðir til svimjing á langgeil, og fyrireiking av fyrstu FøroyaMeistarastevnu á langgeil. Umboð fyri starvsnevndina luttóku eisini á hesum fundi.

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Úttøka til NM/NJM 2015

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til NM/NJM 2015

Úttøka til EM á stuttgeil 2015

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til 18. evropameistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Netanya í Ísrael hin 2. til 6. desember 2015. Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag Alvi Hjelm (1996), Ægir Astrið Foldarskarð (1994), … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til EM á stuttgeil 2015