Category Archives: Kapping
Ægir kvinnur 3:55.60 og føroyskt met í 4×100 frí
Ægir liðsvimjingin føddar 1996 og yngri setti á FM á stuttgeil hin 5. mai 2016 nýtt føroyskt met á stuttgeil (25m) í 4×100 frí fyri kvinnur, við at svimja teinin uppá 3:55.60. Gamla metið var 3:55.91. Tær fýra sum svumu vóru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes … Continue reading
So er tað FM á stuttgeil 2016
Nú hósdagin byrjar FM á stuttgeil 2016, sum er endabresturin í kappingarkalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya her heima í Føroyum, svimjiárið 2015-2016.
So er tað JM/MU í svimjing 2016
Klaksvíkar Svimjihøll verður næstu dagarnar karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroyameistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar, upp til gentur sum eru 17 og dreingir sum eru 18 ára gamlir.
Úttøka til EM í London 2016
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016. Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag Signhild Joensen, Ægir … Continue reading
So er tað FM á langgeil 2016
Komandi vikuskifti verður FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2016 hildin í Pálshøll í Vági, sum er fyrsta FøroyaMeistarastevna nakrantíð í 50 metra langum svimjihyli. Tað sum eisini verður kallað fyri olympisk stødd.
Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA
Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.









You must be logged in to post a comment.