Category Archives: Kapping
Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016
Her er innbjóðing til SMS stevnu í Gundadali hin 24. og 25. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Stevnan er ‘opin’, tað vil siga fyri allar aldursbólkar uttan nakað bólkabýti, og sæst eisini í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya.
Kravtíðir til NMU 2017
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2017, sum verður Páls Høll í Vági hin 8. og 9. juli 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Kravtíðir til HM í Budapest í 2017
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á langgeil 2017, sum verður í Budapest í Ungarn frá 23. til 30. juli 2017. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum … Continue reading
Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016
Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada … Continue reading
Sára 2:05.66 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 frí
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í svimjing 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 2:05.66. Hon … Continue reading
Sára 4:22.79 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 frí
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á EJM 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:22.79. Hon átti sjálv metini á 4:24.20 … Continue reading









You must be logged in to post a comment.