Category Archives: Kapping
Føroyskt landslið til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF samtykti við ársbyrjan at vilja senda eitt føroyskt landslið til Danish Open 2018, sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið. Hetta sum fyrsta stig í eini miðvísari ætlan, at fáa so góðan møguleika sum gjørligt … Continue reading
Langhylurin í Havn útsettur til 2021
Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa. Á fundinum … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 24. og 25. februar 2018
Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Innbjóðing í PDF-sniði: susvim-stevna-februar-2018-innbjoding.pdf Tilmeldingarfíla í GR-sniði: GR180224.txt Tilmeldingarfíla í lef-sniði: Invitation_Suduroyar_Sparikassi_Stevna_Vagur_2018-02-24.lef
Startlistar til Ægir-stevnuna 10. og 11. februar 2018
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin 10. – 11. februar 2018, sum Ægir skipar fyri. Startlistar og úrslit fara eisini at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se Startlistarnir í txt-sniði: aegir-stevna_feb2018_luttakaralistar.txt Startlistarnir í html-sniði: aegir-stevna_feb2018_luttakaralistar.html
Innbjóðing til HS-stevnu í Kollafirði 17. februar 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Kollafirði, leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3 – og forvitnislig tí at tað er fyrstu ferð í nógv, nógv … Continue reading
NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018
Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu nú týsdagin hin 31. januar, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018, heldur enn sum áður lýst í Hamar í Noregi hin 7. til 8. juli 2018. Kravtíðarskipanin … Continue reading









You must be logged in to post a comment.