Category Archives: Kapping
Innbjóðing til FLOT-stevnu 3. februar 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu á Toftum hin 3. februar 2018, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3. Innbjóðing í pdf-sniði: flot-stevna-feb-2018.pdf Innbjóðing í GR-sniði: GR180203.txt
Føroysku metlistarnir nú á SwimRankings
Starvsnevnd SSF samtykti fyri nøkrum mánaðum síðani at vilja flyta sínar skrásetingar av føroyskum metum og juniormetum í svimjing, frá eini heimagjørdari loysn til SwimRankings. Hendan tilgongd er nú so mikið liðug, at røttu metlistarnir kunnu sigast at vera teir … Continue reading
Innbjóðing til Ægir Open 10. og 11. februar 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open í Klaksvík hin 10. og 11. februar 2018, sum Ægir skipar fyri. Beinleiðis úrslit fara at kunna síggjast her á livetiming.se Innbjóðing í PDF-sniði: aegir-stevna-februar-2018-innbjoding.pdf Innbjóðing í GR-sniði: GR180210.txt Innbjóðing í lef-sniði: Invitation_Aegir_Open_Klaksvik_2018-02-10.lef
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 13. og 14. januar 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági nú 13. og 14. januar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
FINA góðkent FMS og ABMS 2018 sum úttøkustevnur til HMS 2018
Altjóða svimjisambandið FINA góðkendi her í vikuni tvær føroyskar meistarastevnur sum ‘qualifying events’ til HM á stuttgeil 2018, og sæst tað tí nú eisini í offisiella yvirlitinum á heimasíðu FINA. Talan er um FM á stuttgeil 2018, sum verður í … Continue reading
Kravtíðir til HMS 2018 í Hangzhou, Kina
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum … Continue reading









You must be logged in to post a comment.