Category Archives: Kapping
Úttøka til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018: úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), … Continue reading
Innbjóðing til Reysta-stevnu 10. mars 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar svimjihøll, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, … Continue reading
SuSvim dreingir 4:32.57 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Dreingjaliðið hjá SuSvim setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4:32.57. FLOT átti metið áðrenn hetta, á 4:54.95 … Continue reading
Vár 28.54 og føroyskt juniormet í 50 firvald
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.54 sekund. Sí úrslitalistan her. Vár átti sjálv nú farna … Continue reading
Vár 58.12 og føroyskt met og juniormet í 100 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági svam teinin uppá 58.12 sekund. Sára Ryggshamar Nysted átti nú farnu metini … Continue reading









You must be logged in to post a comment.