Category Archives: Kapping

1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verkætlan saman við Fróðskaparsetrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til føroyskar svimjarar. Hetta í samstarvi við Human Performance Lab á granskingardeplinum iNOVA og Københavns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on 1,2 milliónir til test av føroyskum svimjarum

Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2018, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, hin 10. til 12. mai 2018. Hetta er stevnan sum fyrr æt JM/MU (JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung), sum nú er víðkað til eisini at … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

Juniordreingirnir hjá Havnar Svimjifelag settu í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu metið á 4:32.57, frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða. Teir sum … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí