Category Archives: Kapping
Startlisti til FM á langgeil 2018
Her eru startlistarnir til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági nú 8. til 10. juni 2018. Til kunningar so verður stevnuparturin sunnudag seinnapart allarhelst fluttur, til at byrja kl 13:30 heldur enn kl 15:00. Hetta … Continue reading
Innbjóðing til FM á langgeil 2018
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági hin 8. til 10. juni 2018. Hetta verður okkara triðja FM á langeil í røðini, síðani vit í 2015 fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og … Continue reading
Úrslit frá ABMS 2018
Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, 10. til 12. mai 2018. Hartil upplisting av heiðursmerkjavinnarum.
So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018
Svimjisambandið og Ægir skipa nú 10. til 12. mai fyri Aldursbólkameistarastevnuna 2018, í Klaksvíkar Svimjihøll. Einir 118 svimjarar fara at kappast hesar tríggjar dagarnar, um at gerast meistarar í teimum aldursbólkum sum tey hoyra til.
Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés
Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru … Continue reading
Óli og Alvi til Danish Open 2018
Í ovurmorgin byrjar Danish Open 2018, sum er stóra úttøkustevnan hjá dønum til altjóða meistarastevnur í summar, við luttøku av eisini svimjarum úr øðrum londum. Fyri Føroyar luttaka teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm, báðir við møguleika at taka heiðursmerki.









You must be logged in to post a comment.