Category Archives: Kapping
Úrslit frá Reysta-stevnuni 10. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Leirvík, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open
Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival … Continue reading
Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong ár at stevna aftur var á Tvøroyri. Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-mar-2018-tvoroyri-urslit.html Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-mar-2018-tvoroyri-urslit.txt
Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 17. mars 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tvøroyar svimjihyli, sum Suðuroyar Svimjfelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong, mong ár, at skipað verður fyri svimjistevnu har undir SSF.
Úttøka til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018: úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), … Continue reading
Innbjóðing til Reysta-stevnu 10. mars 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar svimjihøll, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.









You must be logged in to post a comment.