Category Archives: Kapping

HS Menn 4:11.85 og nýtt føroyskt met í 4×100 blandað

Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:11.85. Suðuroyar Svimjifelag átti metið á 4:12.18, frá … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on HS Menn 4:11.85 og nýtt føroyskt met í 4×100 blandað

Startlisti til FM á langgeil 2018

Her eru startlistarnir til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági nú 8. til 10. juni 2018. Til kunningar so verður stevnuparturin sunnudag seinnapart allarhelst fluttur, til at byrja kl 13:30 heldur enn kl 15:00. Hetta … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til FM á langgeil 2018

Innbjóðing til FM á langgeil 2018

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági hin 8. til 10. juni 2018. Hetta verður okkara triðja FM á langeil í røðini, síðani vit í 2015 fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FM á langgeil 2018

Úrslit frá ABMS 2018

Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, 10. til 12. mai 2018. Hartil upplisting av heiðursmerkjavinnarum.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá ABMS 2018

So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018

Svimjisambandið og Ægir skipa nú 10. til 12. mai fyri Aldursbólkameistarastevnuna 2018, í Klaksvíkar Svimjihøll. Einir 118 svimjarar fara at kappast hesar tríggjar dagarnar, um at gerast meistarar í teimum aldursbólkum sum tey hoyra til.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018

Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés