Category Archives: Kapping

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 7. og 8. apríl 2018

Her er innbjóðing til SuSvim-stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 7. og sunnudagin hin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga fyri allar aldursbólkar og uttan bólkabýti.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 7. og 8. apríl 2018

Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

SuSvim harrar 1:50.96 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað

Suðuroyingar settu í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing fyri menn, tá ið liðsvimjing hjá Suðuroyar Svimjfelag svam teinin uppá 1:50.96. Teir sum svumu vóru Bartal Debess 30.02 í 50 rygg, Rani Jacobsen 30.97 í 50 bringu, … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on SuSvim harrar 1:50.96 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað

Úrslit frá Reysta-stevnuni 10. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Leirvík, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 10. mars 2018

Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong ár at stevna aftur var á Tvøroyri. Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-mar-2018-tvoroyri-urslit.html Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-mar-2018-tvoroyri-urslit.txt

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018