Category Archives: Kapping

Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing 2018, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:19.54. Hetta var eisini persónligt met hjá Alva, har hansara besta tíð til … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018

Vár 8:56.29 og bronsu á NM/NJM 2018

Vár E. Eidesgaard megnaði í kvøld at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2018 svam teinin uppá 8.56.29,  í Oulu í Finnlandi. Sí úrslitalistan her.

Posted in Kapping | Comments Off on Vár 8:56.29 og bronsu á NM/NJM 2018

Úrslit frá FS-stevnuni hin 17. november 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnu í Fuglafirði hin 17. november 2018, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey 66 gentur og 53 úr øllum 6 feløgum sum kappaðust hendan dagin, í 28 kappingum. Úrslit í html-sniði: fs-stevna-nov-2018-urslit.html

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FS-stevnuni hin 17. november 2018

Startlistin til HS-stevnuna 24. og 25. november 2018

Her er startlistin til stevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna fyri allar aldursbólkar, og næsti møguleiki av fýra til at royna eftir kravtíð til Oyggjaleikir á Gibraltar. Startlistin sæst eisini … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Startlistin til HS-stevnuna 24. og 25. november 2018

Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. november 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna kemur í staðin fyri avlýstu Ægir-stevnu, sum skuldi vera sama vikuskifti, og er úttøkustevna til Oyggjaleikir … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. november 2018

Innbjóðing til FS-stevnu 17. november 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Fuglafirði, leygardagin hin 17. november 2018, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri yngstu aldursbólkarnar, 1, 2 og 3. Innbjóðing í pdf-sniði: fs-stevna-nov-2018-innbjoding.pdf Innbjóðing í gr-sniði: GR181117.txt

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FS-stevnu 17. november 2018