Category Archives: Kapping
HS-dreingir 3:55.27 og føroyskt juniormet í 4×100 frí
HS-dreingir settu í dag nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim Open svumu teinin uppá 3:55.27. Ægir átti føroyska juniormetið á 3:57.26 frá FM á langgeil í fjør. Teir fýra úr Havnar Svimjifelag vóru Jóhannis Erlendsson … Continue reading
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 23. og 24. februar 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin og sunnudagin hin 23. og 24. februar 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings. Úrslit í … Continue reading
Startlisti til SuSvim-stevnuna 23. og 24. februar 2019
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri “SuSvim Open 2019” í Páls Høll í Vági, sum millum annað er síðsta freist her heima at klára kravtíð til Bergen Swim Festival 2019. Her niðanfyri eru startlistarnir, sum eisini síggjast her á … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim Open 23. og 24. februar 2019
Gevið gætur: Suðuroyingar heilsa, at upphitingin er flutt leygarmorgunin til kl 09:30, so at til ber at taka Smyril úr Havn kl 07:00 Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 23. og 24. februar 2019, sum Suðuroyar … Continue reading
Úrslit frá HS-stevnuni 9. og 10. februar 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SMS Open 2019”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 9. og 10. februar 2019. Úrslitini í html-sniði: hs-stevna-feb-2019-urslit.html Úrslitini í re-sniði: RE190209.txt Úrslitini í lef-sniði: Results_Torshavn_2019-02-09.lef Tilsamans vóru tey … Continue reading
Føroyar kunnu nú luttaka á Evropeiskum Leikum
Sum tit kunnu lesa í øllum førum her á portal.fo umframt her á heimasíðu ÍSF, so hevur Evropeiska Olympiska Nevndin nú givið Føroyum loyvi at luttaka á tveimum leikum teirra, og tað væl at merkja undir føroyskum flaggi.









You must be logged in to post a comment.