Category Archives: Kapping
Innbjóðing til Susvim-stevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 12. og 13. januar 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Tey heilsa at WinGrodan-fílan kemur í vikuskiftinum. Innbjóðing í pdf-sniði: susvim-stevna-jan-2019-innbjoding.pdf Innbjóðing í gr-sniði: GR190112.txt Innbjóðing í lef-sniði: Invitation_SuSvim_Specialist_2019_Vagur_2019-01-12.lef
Úrslit frá SMS Jólasprint 2018
Her eru úrslitini frá SMS Jólasprint 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. desember 2018. Tilsamans vóru tey 107 íðkarar og 33 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 444 ferðir í 31 kappingum. Úrslit … Continue reading
So er tað SMS Jólasprint 2018
Havnar Svimjifelag skipar í dag frá kl 14 fyri árligu “SMS Jólasprint”-stevnuni, har svimjarar royna eina síðstu ferð eftir bestu tíðum í ár, og har alt síðani endar við eini stuttleika-liðkapping fyri svimjarar, venjarar og nevndarlimir, eyknevnd ‘dunnustafettin’. Startlistarnir síggjast … Continue reading
Alvi 4:19.54 og silvur á NM 2018
Alvi Hjelm megnaði í kvøld at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing 2018, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:19.54. Hetta var eisini persónligt met hjá Alva, har hansara besta tíð til … Continue reading
Vár 8:56.29 og bronsu á NM/NJM 2018
Vár E. Eidesgaard megnaði í kvøld at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2018 svam teinin uppá 8.56.29, í Oulu í Finnlandi. Sí úrslitalistan her.
Úrslit frá FS-stevnuni hin 17. november 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnu í Fuglafirði hin 17. november 2018, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey 66 gentur og 53 úr øllum 6 feløgum sum kappaðust hendan dagin, í 28 kappingum. Úrslit í html-sniði: fs-stevna-nov-2018-urslit.html









You must be logged in to post a comment.