Category Archives: Felagsskapur

Gleðilig Jól

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gleðilig Jól

Nýggj ráðgeving undir ÍSF

Ein nýggj ráðgeving, nevnd Tryggur ítróttur, sum skal stuðla undir trygd og trivnaði í ítróttafelagsskapum, er júst latin upp. Ráðgevingin er ætlað feløgum, íðkarum, foreldrum og øðrum, ið hava spurningar ella ivamál um trygd og trivnað. Ein royndur ráðgevi er … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Nýggj ráðgeving undir ÍSF

Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir

Svimjisambandið skipaði nú leygardagin hin 14. september fyri forfólkafundi, har starvsnevnd og umboð úr øllum okkara sjey feløgum viðgjørdu framtíðarætlanir SSF, umframt at eftirmeta strategi ÍSF. Eitt mál varð tíverri gloymt í rúgvuni, men verður tað so handfarið so-ella-so.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir

Nú skulu fleiri læra um antidoping

Antidoping Føroyar hevði ein áhugaverdan fyrilestur nú týskvøldið hin 10. september, um serliga komandi krøv vegna endurskoðanina av altjóða reglugerðini til í 2027. Eitt nýtt sum fer at koma, er krav um at fleiri skulu útbúgvast um antidoping, íroknað foreldur.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Nú skulu fleiri læra um antidoping

Sølvi nýggi aðalskrivari SSF

Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Sølvi nýggi aðalskrivari SSF

SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss

Nú svimjingin so smátt byrjar aftur eftir summarfrí, kunnu vit gleðast um at rættiliga nógv er komið uppá pláss í kalendaranum, í øllum førum fram til summarið 2025. Sí ssf.fo/kalendari

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss