Category Archives: Felagsskapur
Tvey afturat á altjóða dómaralista
Altjóða svimjisambandið hevur nú lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startar, sum m.a. er víðkaður við tveimum føroyingum afturat. Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, og hava vit sostatt nú … Continue reading
Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF
Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift … Continue reading
SSF kalendarafundurin 2025
SSF hevði sín árliga kalendarafund í dag, har tillagingar vórðu gjørdar til árið 2025, og kalendarin avtalaður so frægt sum vit nú kunnu til í 2026. Hartil vóru ymisk evni viðgjørd, runt tað at skipa fyri svimjistevnum í Føroyum.
Forfólkafundur 25. januar 2025
Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri forfólkafundi á Hotel Hafnia í Havn, við luttøku av umboðum úr øllum okkara 7 feløgum, umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF. Til viðgerðar vóru serliga ætlanirnar fyri 2025. Sí í fyrstu atløgu hesi skjøl … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, hósdagin hin 20. mars 2025 frá kl 17:30. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2025-innkalling-2.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur








