Category Archives: Felagsskapur
Fimm vilja verða aðalskrivari SSF
Nú freistin fór í gjár, vóru tey tilsamans fimm sum sendu inn umsókn til Svimjisamband Føroya, til starvið sum aðalskrivari SSF. Nú skal ein setanarbólkur meta um og taka inn til samrøðu, áðrenn starvsnevndin fær raðfesting at kunna velja ímillum.
Fráboðanarskipan SSF nú sum app
Svimjisambandið hevur í rættiliga nógv ár havt eina skipan við talgildum oyðibløðum til fráboðan av ymiskum, so sum tá ið svimjarar hava klárað nálatíð, kravtíð ella met, ella tá ið tey skifta felag. Hesi oyðubløð eru nú savnaði í eitt … Continue reading
Lýsing eftir aðalskrivara til Svimjisamband Føroya
Svimjisamband Føroya (SSF) leitar eftir aðalskrivara, at taka við hin 1. september 2024.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024
Svimjisamband Føroya hevði hin 13. apríl 2024 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini og einum felag, og val av formanni, nevndarlimi, tiltakslimi … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 13. apríl 2024 frá kl 12:00. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2024-innkalling.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Valúrslit Íðkaranevnd SSF
Góðu tit øll, Tykkum kunnugt, fór Íðkaranevndin í SSF undir við at fyriskipa val í oktober 2023. Pál og Signhild hava mannað nevndina seinastu tíðina – har høvuðsuppgávan hjá teimum var at gera eina reglugerð, umframt at fyriskipa fyrsta valið.








