Author Archives: rokur
Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku
Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har … Continue reading
Eingin svimjing uttan lívbjargara
Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum. Svimjisambandið kann … Continue reading
Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í gjár stuðulsavtaluna sínámillum, at vera galdandi eisini fyri 2015. Hetta tá ið Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust í Norðurlandahúsinum, til eitt prát og undirskriving av nýggja … Continue reading
Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015
Góðu tit Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð … Continue reading
NSF-fundur í Reykjavík
Norðurlendska svimjisambandið hevði mikudagin 28. januar sín árliga fund fyri aðalskrivarar og ítróttarstjórar, har aðalskrivararnir serliga fyrireika norðurlendska aðalfundin og kalendaran fyri komandi árið, og ítróttarstjórarnir koma við broytingaruppskotum til kappingarreglurnar.
100 dagar
Í dag eru 100 dagar síðani síðsta aðalfund hjá Svimjisambandi Føroya, og sostatt eisini 100 dagar síðani nýggja starvsnevndin tók yvir við mær sum formanni. Ein spennandi tíð, um enn hin setningurin eisini rennur mær til hugs, at ‘tað er … Continue reading









You must be logged in to post a comment.