Author Archives: rokur

Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

Seks lívbjargarar hava í dag fingið endurnýggjað síni lívbjargingarprógv, undir leiðslu av Reidari Simonsen í svimjihylinum á Tvøroyri. Hetta vóru fólk frá Suðuroyar Svimjifelag, barnagarðinum á Tvøroyri og starvsfólk í svimjihylinum, umframt ein áhugaður privatpersónur.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Svimjisamband Føroya fekk í gjár fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC, umvegis Ítróttasamband Føroya, at vit allíkavæl ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum LEN fyriskipar á Evropeisku Leikum í Baku. Hetta hóast endurtikin munnlig lyfti, at vit … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Eingin svimjing uttan lívbjargara

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum. Svimjisambandið kann … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Eingin svimjing uttan lívbjargara

Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í gjár stuðulsavtaluna sínámillum, at vera galdandi eisini fyri 2015. Hetta tá ið Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust í Norðurlandahúsinum, til eitt prát og undirskriving av nýggja … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

Góðu tit Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015