Author Archives: rokur

EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Svimjisamband Føroya fekk í gjár fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC, umvegis Ítróttasamband Føroya, at vit allíkavæl ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum LEN fyriskipar á Evropeisku Leikum í Baku. Hetta hóast endurtikin munnlig lyfti, at vit … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Eingin svimjing uttan lívbjargara

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum. Svimjisambandið kann … Continue reading →

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Eingin svimjing uttan lívbjargara

Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í gjár stuðulsavtaluna sínámillum, at vera galdandi eisini fyri 2015. Hetta tá ið Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust í Norðurlandahúsinum, til eitt prát og undirskriving av nýggja … Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

Góðu tit Eg skal við hesum boða frá, at HS-stevnan sum skuldi vera í Havn hin 11. og 12. apríl 2015, verður flutt til 18. og 19. apríl 2015. Hetta við góðkenning frá starvsnevndini í Svimjisambandi Føroya, og í samráð … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Flyting av úttøkustevnuni til Oyggjaleikir 2015

NSF-fundur í Reykjavík

Norðurlendska svimjisambandið hevði mikudagin 28. januar sín árliga fund fyri aðalskrivarar og ítróttarstjórar, har aðalskrivararnir serliga fyrireika norðurlendska aðalfundin og kalendaran fyri komandi árið, og ítróttarstjórarnir koma við broytingaruppskotum til kappingarreglurnar.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on NSF-fundur í Reykjavík