Author Archives: rokur
Signhild 2:11.53, NJM-bronsu og stórt føroyskt met í 200 rygg
Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á NM/NJM-stevnuni í Kolding vann bronsu við tíðini 2:11.53. Hon átti sjálv bæði føroyska metið og juniormetið … Continue reading
Føroyingar í finalur eisini 3. dag á NM/NJM 2016
Síðstu innleiðandi riðlar eru avgreiddir á NM/NJM 2016, og fingu vit hóast nakrar svipsarar eisini føroyingar víðari til finalur í dag. Signhild Joensen (2000) Ægir 2:16.45 og nr 6 í NJM-finalu í 200 rygg Róland Toftum (1998) SuSvim 2:25.45 og nr … Continue reading
Føroyingar í finalur eisini 2. dag í NM/NJM 2016
Næsta umfar er avgreitt av innleiðandi riðlum á NM/NJM 2016 í Kolding, har eisini føroyingar kvalifiseraðu seg til finalur. Jana B. Thomsen (2000) Ægir 1:05.79 og nr 7 í NJM-finalu í 100 firvald Vár E. Eidesgaard (2001) HS 1:06.31 og … Continue reading
Sára 2:21.23 í 200 blandað
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg fyri løtu síðani í 200 blandað, her á HM á stuttgeil 2016 í Windsor í Kanada.
1 heiðursmerki og 1 met, 1. dag á NM/NJM 2016
Hóast tað týðiligvís merktiskt at føroyingarnir høvdu havt ein drúgvan túr til Danmarkar, so vóru glottar at hóma á fyrsta degi á NM/NJM 2016. Marius Gardshodn vann gull í 1500 frí, juniorgenturnar settu landsliðsmet fyri juniorar, og Signhild Joensen kom … Continue reading
Marius 15:28.72 og gull á NM 2016
So bragdaði tað á NM/NJM í Kolding – Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag svam seg í kvøld til gull í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 15:28.72, frammanfyri svenska Lukas Steiner á 15:32.63 og … Continue reading









You must be logged in to post a comment.