Author Archives: rokur
Vár 29.23 og ájavnt við føroyska juniormetið í 50 firvald
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tangeraði í dag føroyska juniormetið í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 29.23 sekund. Tær eru tí tvær sum nú verða uppskrivaðar til at eiga … Continue reading
Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald
Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98. Sára átti sjálv nú farna føroyska føroyskt metið … Continue reading
Innbjóðing til FLOT-stevnu 28. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tofta skúla, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1, 2 og 3.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 14. og 15. januar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 14. og 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, fyri allar aldursbólkar, tó við avmarking av tali á luttakarum á longstu teinunum.
ÍSF søkir eftir aðalskrivara
Sí isf.fo/starv
Óli 2:02.17 og føroyskt met í 200 firvald
Óli Mortensen setti í dag nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í bestu deild á DM fyri lið 2016 svam teinin uppá 2:02.17. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:02.61, frá FM á stuttgeil … Continue reading









You must be logged in to post a comment.